Tíðindi: Kalendari Ι 15. september 2017
Vinnudagur 2017
Byrjar: fríggjadagur 15. september 2017 kl. 12:30

Endar: fríggjadagur 15. september 2017 kl. 17:00

Hvar/stað: Norðurlandahúsið

Leinkja: http://www.industry.fo/kunning/tiltoek/vinnudagurin-2017

 

Vinnudagurin er eitt tiltak, ið gevur vinnulívsfólki høvi at møtast og kjakast um vinnulig evni og at knýta samskiftisnet, sum er týdningarmikið fyri menningarmøguleikan hjá tí einstøku fyritøkuni. Á skránni plaga at vera fleiri fyrilestrar, ið skulu geva íblástur til vinnulívsfólk.

Eitt av endamálunum við Vinnudegnum er eisini at velja Ársins Virki og Ársins Átak fyri at menna vinnuligan hugburð og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgarinum. Eisini er hetta at geva virkjum, ið hava klára seg væl, eitt herðaklap.

 

Um kvøldið verður skipað fyri veitlsu, har luttakarar hava møguleika at hitta samstarvsfelagar í veitsluhýri afturvið góðum mati og undirhaldi.