Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 28. september 2017
KT-felagið setir sjóneykuna á persónsdatalógina
Byrjar: hósdagur 28. september 2017 kl. 16:00

Endar: hósdagur 28. september 2017 kl. 17:30

Hvar/stað: Vinnuhúsið, Óðinshædd 7, Tórshavn

Leinkja:


Hósdagin 28. september kl 16:00 skipar KT-felagið, við serfrøði úr Bretlandi, fyri heimleiðistiltakið við fokus á GDPR – persónsdatalógina

 

Frá globalu ráðgevingsfyritøkuni Winterhawk Consulting, koma bretsku serfrøðingarnir Steve Hewison (CEO, Managing Director) og Cavan Arrowsmith (Chief Technology Officer) til Føroya at leggja fram um hvørja ávirkan persónsdatalógin kemur at hava. Tað verður Cavan Arrowsmith, sum kemur at hava sjálva framløguna.

 

Tiltakið er ókeypis og er fyri limir í KT-felagnum. Tó er avmarkað pláss, og tí er neyðugt at boða frá hvussu nógv fólk koma frá tykkara fyritøku. Boðast kann frá á industry@industry.fo

 

Les meira her.