Tíðindi: Ferðavinna Ι 11. desember 2017
Heimablídni á ST-lista fyri burðardygga ferðavinnu
Heimablídni er føroyskt konsept, sum er rótfest í tí staðbunda og burðardygga. Vertirnir lata dyrnar upp til sjálvsamar mentanar- og matupplivingar, sum bera brá av tí ektaða føroyska.

 

Nú er greitt, at Heimablídni er útvalt til ST-listan, sum verður nevndur Sustainable Consumption and Production (SCP). Júst hetta økið er sjálvstøðugur partur sum mál nummar 12 (SDG12) av teimum 17 SDG’num (Sustainable Development Goals) hjá ST.

 

Við Heimablídni fært tú sum ferðafólk ein einastandandi møguleika at uppliva føroyskan vertskap og hugna í veruligum, livandi føroyskum heimum.

 

Heimablídni er eyðkent av ringbúskapi, har miðað verður eftir at endurnýta alt tilfeingið í so stóran mun sum gjørligt við at nýhugsa nýtslu og framleiðslu á umhvørvisligan og handilsligan hátt.

 

SCP snýr seg um broytingar, sum skilja búskaparligan vøkstur frá niðurbróting av umhvørvinum, og ístaðin brúka eina ringbúskaparliga tilgongd, har hædd verður tikin fyri øllum stigum í tilfeingisnýtsluni til tess at gera meira og betri fyri minni.

 

SCP hevur 6 undirskráir, sum tað í eitt 10 ára tíðarskeið verður lagdur serligur dentur á. Burðardygg ferðavinna er ein av hesum, og tað er her, Heimablídni hevur fingið viðurkenning.

 

Á Ferðavinnustevnuni í 2016 var tilboðið Ríð og Et hjá Heimablídni hjá Onnu og Óla Rubeksen og Berg Hestum kosið ársins átak fyri burðardygd í ferðavinnuni við grundgevingini: 
 

“Tú fært eitt øðrvísi náttúruupplivilsi og burðardygd í øllum liðum. Einki bensin, bara fríska luft og fuglaljóð. Bert staðbundin føroyskur matur og mentan úr nærumhvørvinum. Burðardyggari verður tað ikki.”

 

Les meira um The Global SCP Clearinghouse her.

 

Les meira um partin um burðardygga ferðavinnu her. 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi