Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 11. desember 2017
KT-vinnan lærir børn at forrita
Í farnu viku vóru KT-fólk úr vinnuni úti í skúlunum og løgdu lag á, tá fólkaskúlanæmingar forritaðu á tiltakinum #Rita1tíma

#Rita1tíma er føroyska útgávan av Hour of Code, sum er altjóða átak at læra børn at forrita. Átakið snýr seg í stuttum um, at skúlanæmingar læra hvat hendir handan skíggjarnar. Tøknin gert alsamt klókari, og skal skúlaungdómurin sum vaksin megna at hava tamarhald á tøknini, er neyðugt at læra at forrita og skilja hvussu hesar skipanir hanga saman.

 

Hour of Code byrjaði kring heimin í 2013 og í fjør var fyrstu fer at #Rita1tíma var á tímatalvuni í Føroyum. Tá vóru tað 4. flokkarnir á Skúlanum á Fløtum, á Argjahamri, við Løkin og Frískúlin í Havn, sum luttóku. Í ár luttóku eisini Gøtu skúli og Skúlatrøð, umframt at 5. flokkarnir í áður nevndu skúlum forritaðu aftur í ár.

 

Fólk úr KT-vinnuni vóru á skúlunum og løgdu lag á. ”Hetta er eitt ómetaliga stuttligt tiltak at vera við til”, segði Píl Reinert, Skipanarumsitari á Føroya Tele. ”Í grundini er tað ikki neyðugt hjá okkum at vera við, tí undirvísingartilfarið er sera lætt at greiða frá, og lærararnir tykjast eisini at stuttleika sær til hendan heilt serliga undirvísingartíman. Men tað er so sera umráðandi at seta fokus á tøknina, og ikki minst á tøkniligar útbúgvingar, og vit í vinnuni vilja heilt vist gera okkara til, at fleiri ung velja sær eina tøkniliga útbúgving.”

 

4. flokkarnir brúktu spæli Minecraft, har tey forritaðu banar. Teir næmingarnir, sum eisini forritaðu í fjør, og sum nú ganga í 5. flokki, brúktu Star Wars í ár. Tilfarið er ókeypis og tøkt á rita.fo. Tað er KT-felagið, sum eigur og rekur síðuna.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi