Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 13. desember 2017
Arbeiðssteðgur á almenna arbeiðsmarknaðinum
Kunning um rættindi hjá starvsfólki ísv manglandi barnaansing.

 

Sum kunnugt hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið lýst verkbann fyri allar námsfrøðingar og hjálparfólk, ið eru limir í Føroya Pedagogfelag.

 

Verkbannið er galdandi frá hósdegnum 14. december 2017 kl. 07.00.

 

Sannlíkt er, at hóast arbeiðssteðgurin er á almenna arbeiðsmarknaðinum, fer hann at ávirka privatu vinnuna, við tað at starvsfólk ikki fáa síni børn ansað.

 

Gjørt verður vart við, at starvsfólk, sum ikki sleppa til arbeiðis orsakað av manglandi barnaansing, ikki hava rætt til løn hesa tíðina, tey eru burtur. 

 

Um arbeiðssteðgur verður á økinum hjá øðrum feløgum, er tað sama galdandi.

 

Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess kunnu venda sær til Føroya Arbeiðsgevarafelag, um tey hava spurningar um hetta.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi