Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 22. januar 2018
Kravið um talgildar rokningar
Hósdagin 18. januar var kunningartiltak um kravið um talgildar rokningar í Vinnuhúsinum.

10. mai 2017 samtykti Løgtingið løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2017 um talgildar rokningar.

 

Endamálið við lógini við talgildari fakturering er at effektivisera skrásetingar- og gjaldingarmannagongdirnar hjá keyparanum (landinum). Tað verður gjørt við, at seljari sendir rokningaupplýsingar talgilt til keypara í einum sniði, so keypari fær endurnýtt tær skrásetingar, ið hann hevur tørv á. Tískil verða upplýsingar í einari sølurokning bert skrásettar handliga eina ferð.

 

Fyrimunurin fyri vinnufyritøkuna er, at fyritøkan eisini kann betra um sínar sølumannagongdir, tí roknskaparskipanin sendur fílur yvir alnótina til roknskapar­skipanina hjá keypara, í staðin fyri handliga handfaring av pappírsrokningum. Soleiðis kann ein fyritøka fáa talgilt bókininga av inngjøldum í síni roknskaparskipan og soleiðis sleppa undan at bóka inngjøld manuelt. Alt annað líka merkir hetta eisini at peningurin verður goldin seljara skjótari.

 

Talgildu rokningarnar skulu sendast umvegis eina rokningahandfaringarstøð. Ein rokningarhandfaringastað er eitt talgilt posthús, sum er knýtt í eitt sendinet har sendari og móttakari eru eyðmerkt soleiðis, at rokningin og peningurin fyri rokningina endar á røttum stað.

 

Fyritøkur hava tveir møguleikar at senda talgildar rokningar.

 

1. Við at tillaga roknskaparskipan sína, so hon sendir talgildar rokningar
2. Við at nýta rokningarportalloysn, har ein pdf fíla verður viðheft.

 

Á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/asetingar/talgildar-rokningar/, ber til at fáa nærri kunning um, hvussu man skal bera seg at.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi