Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 01. mai 2018
Semja millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelagið
Triðja semingsuppskotið bar á mál.

 

Semingsstovnurin hevur beint eftir midnátt handað triðja semingsuppskotið í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

 

Báðir partar hava tikið undir við uppskotinum.

 

Talan er um ein 1-ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. apríl 2018 til 31. mars 2019. Semjan partanna millum hevur við sær eina lønarhækking á 2,3 %, umframt ávísar tillagingar í arbeiðsskipanini hjá flogmonnunum.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi