Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 08. mai 2018
Sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini longdir
Semingsmaðurin hevur koyrt partarnar aftur til samráðingarborðið

Semingsmaðurin var í dag tilkallaður í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini. 

 

Eftir at hava tosað við báðar partar metti semingsmaðurin, at partarnir ikki vóru komnir nóg langt í samráðingunum, og hann heitti tí á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið. 

 

Samráðingarnar halda sostatt fram, og sáttmálarnir eru longdir til í annaðkvøld, 9. mai á midnátt. 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi